Her eru nøkur góð ráð, tá skipað verður fyri veitslum
-
Tá gestirnir koma, er gott at skapa ein góðan hýr við livandi tónleiki.
-
Undir borðhaldinum er hugnaligt við tónleiki afturvið, og felagssangurin gongur enn betur, tá tónleikarir spæla undir.
-
Ein konferencier/borðstýrari setir dám á og stýrir borðhaldinum. Eisini kann skemt og annað undirhald gera borðhaldið enn festligari.
-
Eitt livandi dansiorkestur fær øll upp á gólvið.
-
Áðrenn dansurin byrjar, og í steðginum hjá dansiorkestrinum, setir ein DJ dám á.
Pakkaloysnir
Vit kunnu veita pakkaloysnir, ið til dømis kunnu síggja soleiðis út:
-
Klaver/Dansiorkestur. Ein klaverleikari spælir undir borðhaldinum og aftur við felagssanginum. Aftan á borðhaldið spælir dansiorkestrið til dans. Ofta er tað klaverleikarin hjá orkestrinum, sum spælir undir borðhaldinum.
-
Klaver/DJ/Dansiorkestur. Klaverleikarin spælir undir borðhaldinum og aftur við felagssanginum. Aftan á borðhaldið spælir dansiorkestrið til dans. DJ'in spælir, áðrenn orkestrið byrjar, í steðginum hjá orkestrinum, og aftan á, at orkestrið er liðugt at spæla.
-
Klaver/Undirhald/Dansiorkestur. Klaverleikari spælir undir borðhaldinum og aftur við felagssanginum. Undir borðhaldinum er undirhald – til dømis við einum ella fleiri skemtarum. Aftan á spælir orkestrið til dans.
-
Klaver/Undirhald/DJ/Dansiorkestur. Klaverleikari spælir undir borðhaldinum og aftur við felagssanginum. Undir borðhaldinum er undirhald – til dømis við einum ella fleiri skemtarum. Aftan á spælir orkestrið til dans. DJ'in spælir, áðrenn orkestrið byrjar, í steðginum hjá orkestrinum, og aftan á, at orkestrið er liðugt at spæla.
-
DJ/Dansiorkestur. DJ'in spælir dempaðan tónleik undir borðhaldinum. Aftan á spælir orkestrið til dans, og DJ'in spælir í steðginum hjá orkestrinum og aftan á, at orkestrið er liðugt at spæla.
-
Klaver/DJ. Klaverleikari spælir undir borðhaldinum og aftur við felagssanginum. Aftan á borðhaldið spælir ein DJ til dans.
Temaveitslur
Gerið tykkara veitslu til nakað heilt serstakt. Temaveitslur eru væl dámdar og ofta heilt serstakar. Alt hongur saman: Tónleikur, undirhald, prýði, klæði og borðreiðing. Við at skipa firmaveitsluna sum eina temaveitslu, fáa tit eitt kvøld, sum seint verður gloymt. Vit skipa fyri øllum sløgum av temaveitslum: Til dømis 80'ara veitslu, cowboy-veitslu, latin-veitslu, osfr.
Lat okkum hjálpa við øllum
Um áhugi er fyri tí, kunnu vit:
-
Samskipa allar avtalur millum tónleikarar, undirhaldsfólk og teknikarar.
-
Syrgja fyri tí rætta ljósinum og tí besta ljóðinum.
-
Fáa ein pall til vega í tí røttu støddini.
-
Vera til staðar undir tiltakinum og syrgja fyri, at alt gongur, sum tað skal.
Sig okkum frá, hvat slag av tiltaki, tit eru í holt við at planleggja: Firmaveitslu, móttøku, jólaborðhald, brúdleyp, føðingardag, privata veitslu, konsert – og vit senda tykkum eitt uppskot um, hvussu tiltakið verður væleydnað. |
 |
Send ein óbindandi fyrispurning til
 tonleikur@tonleikur.fo
Vinarliga upplýs okkum fylgjandi, um møguligt:
navn á tí artistinum, tú ert áhugaður í
hvat slag av tiltaki, talan er um
nær og hvar tiltakið verður
tal av luttakarum
og títt navn og telefonnummar
Tú kannst eisini ringja til okkum á
tlf. 21 41 41
Vit síggja fram til at hoyra frá tær.
|